Tvøroyrarsangurin

Poul F. Joensen
Orð: Poul F. Joensen
Lag: Wilhelm Hansen

1. Í summarskrúð bjørt Suðuroyggin lá,
og framvið landi skútan stevndi tá,
eg Hargafelli undan Nípu sá
Borgarknappin við sólkrúnu á.

2. Í sólarloga speglblankt havið lá,
tá Tvøráfjørð í silvitni eg sá.
Av hoyggj og urt av landi angin dró,
og úr líðunum fuglaløg fró.

3. Stolt Oyrnafjall seg speglaði í vág,
og Ravnaberg hátt yvir fjørðin sá,
smaragd- og gull- og silvurlitt var vág.
Tað er vænasta sjón, sum eg sá.

4. Kring fjørðin bygdir fimm við sævarstrond,
sum systrar góðar halda hond í hond,
mangt verkið reist í felag hava tær,
aldri ósemja millum tær var.

5. Í forðum Tvøroyri tú krúnu bar,
á sjógv og landi fremst í Føroyum var,
her komu saman menn úr bygdum flest,
her var virki- og livikor best.

6. Tú Føroyar gjørdi gitnar víða hvar,
úr Leith til Rom, Madrid og Miklagarð.
Og draga eina línu øll í senn,
skalt tú gera tað einaferð enn.

7. Nátturin okkum gav í Føroyum mest,
bert at vit kunnu røkja tað sum best:
Tann besta vág til virkir eins og skip,
og í fjøllunum dýrasta grip.

8. Stór var tín fortíð, størri framtíðssjón,
eg síggi bjart, bert áræði og vón,
í vænum moyggjum, eins og dreingjum er.
Brátt skal fram aftur ganga við ferð.

9. Vit skulu vísa hinum – Tvørámenn!
At handans verk vit duga fullvæl enn,
í ítrótti, í skaldskapi og list,
málið verða skal Tvøroyri fyrst.

10. Dró útlongsil tín son frá heimastrond,
til suðurheimsins gyltu dreymalond
og ævintýrsins djór og blómuverð,
altíð heimlongsil higar hann ber.

11. Tí urtin trívist best, har rótin rann,
og gamal har, sum móðir aldi hann:
Tað síðsta hvíldarstað er best á jørð
millum blómur við Tvøroyrarfjørð.

FavoriteLoadingGoym tekstin