Tykist ferðin mangan tunglig niðri her

Meta av Fløtum
Orð og lag: Lewis E. Jones
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: We shall see the King some day

1. Tykist ferðin mangan tunglig niðri her,
skjótt vit skulu Kongin sjá;
áh, hin sæla stund, hvørt skýggj tá horvið er,
skjótt vit skulu Kongin sjá.

Niðurlag: Skjótt vit skulu Kongin sjá,
fagnaðarsong vit syngja tá;
í tí gyltu høll
tey frelstu savnast øll,
skjótt vit skulu Kongin sjá.

2. Har er eingin pína, stúran ella stríð,
skjótt vit skulu Kongin sjá;
eru loyst og glað í endaleysa tíð,
skjótt vit skulu Kongin sjá.

3. Stríðið tá er strítt, og sigur vunnin er,
skjótt vit skulu Kongin sjá;
hvør ein ótti burt, tá sólin sett er her,
skjótt vit skulu Kongin sjá.

4. Við tí frelsta skara á tí gyltu strond,
skjótt vit skulu Kongin sjá;
sorg er vend til gleði, eingi slitin bond,
skjótt vit skulu Kongin sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin