Tykist tað, sum stríðið verður tær ov hart

Orð: Ada Blenkhorn
Lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt úr enskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Let the sunshine in

1. Tykist tað, sum stríðið verður tær ov hart,
sært tú einki, fjalir teg bert myrkrið svart,
søkk teg djúpt í náðina, lat henni upp,
Lívsins Sól lat skyggja inn!

Niðurlag: Lívsins Sól lat skyggja inn,
Lívsins Sól lat skyggja inn!
Søkk teg djúpt í náðina, lat henni upp,
Lívsins Sól lat skyggja inn!

2. Hevur tú enn lítla trúgv og minni mót,
tykist eingin hjálp at fá við Harrans fót,
søkk teg djúpt í náðina, lat henni upp,
Lívsins Sól lat skyggja inn!

3. Vilt tú ganga glaður á tí beinu leið,
har í trúnni mangur fótur áður steig,
søkk teg djúpt í náðina, lat henni upp,
Lívsins Sól lat skyggja inn!

FavoriteLoadingGoym tekstin