Tykist tað, tú virkar fyri

Orð og lag: Kittie Louise Suffield
Týtt: Arvid Hansen
Upprunaheiti: Little is much, when God is in it

1. Tykist tað, tú virkar fyri,
smátt og lítið virt í verð,
stórt tað er, bert Gud er í tí,
hann ei gloymir síni her.

Niðurlag: Lítið gerst stórt, bert Gud er í tí,
søk tú heimsins ognir ei,
ein krúna er,
sum tú kanst vinna,
bert tú gongur Harrans leið.

2. Tá ið stríðið her er endað,
og várt lívsskeið runnið er,
skal hann tá við gleði siga:
„Væl er tænt, vælkomin ver?“