Tyngdur undir byrðum var eg

William J. Gaither
Orð og lag: William J. Gaither
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: He touched me

1. Tyngdur undir byrðum var eg,
synd meg bant, og skommin neit,
Jesu eyma hond tá nam meg,
og broytt varð alt, tá eg á hann leit.

Niðurlag: Hann nam meg, áh, hann nam meg,
og himmalsk gleði fylti meg,
undur hendi, og nú eg veit,
hann nam meg – nýtt lív fekk eg.

2. Síðan Frelsarin mær møtti,
og eg loystur, grøddur varð,
má eg honum støðugt takka –
í allar ævir prís mítt hann fær.