Tyngist tú av byrðum og ei hjálp kann sjá

Orð: Birdie Bell Harris Winsett
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: Jesus understands (Bow’d beneath your burden)

1. Tyngist tú av byrðum og ei hjálp kann sjá,
møðist tú av vegnum, sum tú steig inn á!
Harrin fylgist við tær, ei tú óttast skalt,
hann er tann, ið styrkir – Jesus fatar alt.

Niðurlag: Ja, hann fatar alt, hann vil leiða teg,
kallar eftir tær:
Hvíl teg her hjá mær!
Alla tína framtíð trygt tú leggja skalt
í hans kærleikshendur – Jesus fatar alt.

2. Hvørja byrði, sum tú bert, hann taka vil,
hann ein dýrur vinur er at fara til;
sært tú ongan útveg, er alt myrkt og kalt,
miss ei mótið, vinur – Jesus fatar alt!

3. Tá tær freisting møtir, Jesus hjálpa kann,
lívsins mongu gátur loysir eina hann;
hvat ið enn kann bresta, til hans orð teg halt,
aldri mást tú ivast – Jesus fatar alt!

4. Troytta sál, hann kallar: Kom og hvíl teg her!
Tykist stundum tungført – best hans leið tó er;
legg tú tína framtíð – sáligt er tá valt –
í hans særdu hendur – Jesus fatar alt!

FavoriteLoadingGoym tekstin