Tyngja tungar byrðar, sum tú gongur vegnum á?

Jóannes S. Hansen
Orð og lag: Ralph Carmichael
Týtt: Jóannes S. Hansen
Upprunaheiti: Reach out to Jesus

1. Tyngja tungar byrðar, sum tú gongur vegnum á?
Hótta fjaldir vandar teg so mangastaðni frá?
Hevur tú mist mótið, sum tú strevast dag um dag?
Kalla á Jesus, og sál tín verður glað.

Niðurlag: Hann er altíð nær,
lurtar eftir tær,
hvar tú so ert,
gongur tær við lið,
gevur tær sín frið,
vilt tú tað bert.
Tá ið mótið fellur,
og tú eina stendur her,
kalla á Jesus, hann hjálpir og teg ber.

2. Tykist lívið dapurt, og tú ongan útveg sært?
Nívir teg enn sorgin, ongan sálarfrið tú fært?
Ert tú vinaleysur, kanska vilstur langt av leið?
Kalla á Jesus, og hann teg svíkur ei!