Eg tystur var í syndaoyðimørkini

Orð og lag: John W. Peterson
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Eg tystur var í syndaoyðimørkini,
og onga sanna gleði har eg fann,
men so ein dag frá krossinum hjá Kristusi
eg sá, at lívsins vatn í streymum rann.

Niðurlag:
Drekka nú eg kann av lívsins keldu,
andi mín fekk ró,
mín sál er glað og fró.
Drekka nú eg kann av lívsins keldu,
áh, undurfulla vatn í yvirflóð.

2. Av heyggjum Harrans rennur lívsins vatn so søtt,
við friði Guds tað fyllir mína lund.
Mær dýrd og signing fylgir – og mín leið er sløtt,
eg syngi „halleluja“ hvørja stund.

3. Áh, syndari, kom tú í dag til Golgata,
har rennur lívsins kelda djúp og víð.
Nú Frelsarin tær býður frítt til kelduna,
sum sløkkir tosta fyri alla tíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin