Um á mótgangsdøgum tað vísir seg

Orð: Jessie Hunter Brown Pounds
Lag: Henry P. Morton
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: The touch of his hand on mine

1. Um á mótgangsdøgum tað vísir seg,
sum at Jesus ei er í nánd,
so er hann tó nær,
og hann fylgir mær,
og hann leiðir meg hond í hond.

Niðurlag: :,: Jesus leiðir meg hond í hond, :,:
gjøgnum freisting, stríð,
hvørja royndartíð,
Jesus leiðir meg hond í hond.

2. Um eg stundum snávi á míni ferð,
ikki halda mær syndabond.
Jesus beinir meg inn á rættan veg,
og hann leiðir meg hond í hond.

3. Er enn leiðin illgongd, og mótið fer,
tá ið náttin er myrk og vánd,
fyri hvørt eitt stig, hann er mær við lið,
og hann leiðir meg hond í hond.

4. Tá eg eina verði á skilnaðarstund,
og eg náa skal ljósu strond,
deyðaskuggans dal ei eg óttast skal,
Jesus leiðir meg hond í hond.

FavoriteLoadingGoym tekstin