Um aldur og ævir so ert tú, o Gud

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Allur sálmurin er yrktur 5. februar 2009 millum klokkan 13.30–14.45.

Um aldur og ævir so ert tú, o Gud,
tó ættirnar koma og fara,
tí menniskjum øllum er fallið í lut
bert stokkutar stundir at vara.

Ja, áður enn heimur og fjøll vóru til,
so ert tú, o Gud og vár Faðir!
Várt lív er bert roykur, ið varir eitt bil,
og sløknar um býir og staðir.

Vit eru sum grasið og blóman í lund
ta lívsfrísku hásummarløtu,
so avkvett og lívleys ta vanlukkustund
vit enda á deydninga gøtu.

Rykt burtur so mong verða foldini frá,
– bert blundur mangt lívið man vera.
Tað serliga svárt er at skilja og sjá,
tá ung vit frá foldini bera.

Tann einasta troystin hjá okkum tí er
tað álit, ið Gud okkum gevur,
at hvør tann, ið trúnni av verðini fer,
hann er ikki deyður, men svevur!

Tí rísa skal dagur um deydninga dal,
og páskasól heimin skal randa,
tá rísa úr grøv allur skapningur skal
og æviga livandi standa!

Tí grátið ei, kæru, ei fallið í fátt!
um sorgin so sáran man valda,
tí koma skal dagur, tá horvin er nátt!
Gud sjálvur sítt lyfti skal halda!