Um dagin við mítt arbeiði

Orð: Lina Sandell
Týtt: Victor Danielsen

1. Um dagin við mítt arbeiði
eg hugsa vil um teg,
sum toldi dagsins hita
og byrði fyri meg,
tú, sum til deyðan lýðin,
ja, krossins harða deyð,
mítt arma hjarta loysti
úr ævigari neyð.

2. Og er alt tómt og oyðið her
á øllum mínum veg,
við tær í mínum hjarta
ei nakað sakni eg;
tú veitst, hvat mær man tørva
av gleði og av sorg,
tú ert í øllum førum
mín vernd, mín fasta borg.

3. Eg eigi mær ein hvíldarstað:
Míns Jesu dýru sár,
eg havi hvíld í stríði
og mitt á vetri vár;
tá heimurin meg treingir,
eg leypi til mítt slott
og syngi um mín Jesus
og havi tað so gott.

FavoriteLoadingGoym tekstin