Um eg átti alt, bert ikki Jesus

Orð: Anna Ölander
Lag: Johan Olof Lindberg
Týtt: Victor Danielsen

1. Um eg átti alt, bert ikki Jesus,
átti eg tó onga sanna ogn;
kundi heimurin veitt hvíld og gleði,
um so altíð sólskin var og logn!
Um eg átti alt, bert ikki Jesus,
alt, ið hjartað ynskti, eygað sá,
vóru túsund dagar einki verdir
móti einum degi honum hjá.

2. Um á jørð eg allan kærleik átti,
ærdur mest av øllum her á fold,
men so onga vón við lívsins enda
uttan fjalir seks og køldu mold,
um eg átti alt, bert ikki Jesus,
hann og kærleik tann, ið hann mær gav,
dreiv eg tó sum vrak við ongum róðri
hjálparleysur yvir deyðans hav.

3. Tómt og oyðið lívið er á foldum,
uttan Jesus er tað einki vert,
uttan hann er lívið eftir hetta
vónleyst myrkur, vreiði, dómur bert;
um eg kundi livað uttan Jesus,
hvussu varð at doyggja uttan hann,
hvussu varð at finna himmalvegin,
leiðina, sum Jesus eina fann.

4. Áh, tann lukka stór at eiga Jesus,
ljós á lívsins tungu, døpru leið!
Eingin synd, sum hann ei fyrigevur,
eingin neyð, har Jesus hjálpir ei!
Um eg átti Jesus, eina Jesus,
og á jørð so einki uttan hann,
átti eg tó bæði her á foldum
og í Himli alt, eg eiga kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin