Um eg eri lítil, røkki eg

Aksel AgerbyMeta av Fløtum
Orð: Kari Sandvik
Lag 1: Aksel Agerby
Lag 2: Magne Nilssen
Týtt úr donskum: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: Lille er jeg nok

1. Um eg eri lítil, røkki eg
heilt til Himmals upp, eg veit ein veg,
Gud ein stiga gjørdi, eg tí kann
ganga allan vegin upp til hann.

2. Lætti fótur klívur upp hvørt stig,
Jesus letur mær upp bønarlið,
og við Faðir mín eg tala kann,
alt eg bera kann fram fyri hann.

3. Fyrst eg takki, so eg biðja má
fyri mær og mínum foldum á,
faðir, móður, systkjunum hjá mær,
vinum mínum bæði fjart og nær.

4. Gud veit alt, hann vinur mín jú er,
síðan leiðin niður aftur ber.
Ikki alt, eg bað um, fái eg,
bert tað, hann veit, best er fyri meg.

5. Hvítir einglar leiða allan veg,
Gud mær segði, at ein eigi eg.
Fegin eri eg um stigan her,
himmalbrúgvin besta her í verð.

FavoriteLoadingGoym tekstin