Um eg hevði

Orð og lag: Petur Mohr Reinert

Um eg hevði eina sál
Og hon stakk meg sum ein nál
Og hon brendi sum eitt bál
At hon vísti mær á mál

Hevði tendrað hana bara fyri tær
– Og so mær
So hon lýsti á mítt hjarta
– Og so títt – Og so títt

Um ein øska fleyg avstað
Sum eitt vakurt turkað blað
Og hon fleyg har sum eg bað
Til eitt heitt og vakurt stað

Hevði biðið hana flogið heim til tín
– Og so mín
So eg kundi lagt meg trygt inn til tín
– Og til mín
So eg var so tætt og nær heilt hjá tær
– Og hjá mær
Og altíð kundi lýtt á hjarta títt
– Og so mítt

Og við opnum ørmum stendur tú
Og hvør andadráttur telur nú
Tað er so gott eg kundi elska teg
Og eg veit tú elskar meg

Tá eg árar leggi inn
Og mín lívsglóð svinnur inn
Mást tú standa sterk og stinn
Og nýtt lívsmót tú tær finn

Tú skalt vita at tað var bara tú
– Bara tú
Sum lærdi meg at elska bara teg
– Og so meg
Og eg tendra vil eitt ljós fyri teg
– Og so meg
Sum skal vísa mær á kós og rættan veg
– Fyri teg

So flúgva skal mín elskaða og ver tú
– Bara tú
Tú skalt liva her og nú og vera tú
– Bara tú
Tú skalt vita at tað var bara tú
– Bara tú
Sum lærdi meg at elska bara teg
– Og so meg

FavoriteLoadingGoym tekstin