Um eg kann bara síggja

Orð og lag: Dottie Rambo
Týtt: Heine Lützen
Upprunaheiti: Don’t let me walk too far from calvary

1. Um eg kann bara síggja, har hann hongur krossi á,
doyr har millum ránsmenn tveir og tolir spott og háð.
Um eg bert síggi blóðið, sum úr Jesu sárum rann,
tá kann eg fáa nærri samfelag við hann.

Niðurlag: Legg ei mín veg ov fjart frá Golgata.
Vís mær Getsemane, alt, ið píndi teg.
Kom, minn tú meg á tín deyða fyri meg.
Eg biði teg,
legg ei mín veg
ov fjart frá Golgata.

2. Um eg kann minnast hamarssløg og særdu síðuna,
hann hyggur fyrigevandi at mær í kærleika.
Um eg kann kenna tárini – hann tók á seg mítt bann –
tá kann eg fáa nærri samfelag við hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin