Um eg kundi kvøðið

Orð: Janus Djurhuus
Lag 1: Peter Alberg
Lag 2: Stanley Samuelsen
Lag 3: Hanus G. Johansen

1. Um eg kundi kvøðið
hjartalongsil mín,
allar duldar sangir,
:,: elskaða, til tín. :,:

2. Um eg kundi grátið
eina náttarstund,
meðan blíðir andar
:,: tær veittu sælan blund. :,:

3. Grátið kvirt og leingi, –
vakna ikki, fljóð,
yvir fornar fannir
:,: vil eg gráta slóð. :,:

4. Gráta fram tær blómur,
horvnar undir snjó,
elskaða, tær anga, –
:,: tær nørdu hjartablóð. :,:

5. Um eg kundi teskað:
Vakna, álvan mín,
summarsblómur fríðar
:,: græt eg fram til tín. :,:

6. Tá mær vildi bleika
sorgarbrosið títt
– ljósnandi umsíðir –
:,: lovað summar nýtt. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin