Um eg var nú

Poul F. Joensen
Orð: Poul F. Joensen

Um eg var nú at evstu stund komin,
øll lívsgleði rýmdi sín veg,
av stimburi einki var eftir,
alt illt mundi herja á meg,
kom tá ei við doktaragreyti,
ei við medisin og skeið,
slíkt slúkar hitt góðtrúgvna neytið,
men eg, eg smakki tað ei.

Ver skjótur við steypi og fløsku,
skonk tremfult, so klinka vit: skál!
Lat kvøða teir garparnar røsku,
so grøðist sjálvt veikasta sál.
Tí drammur og songur semjast
sum brúður við brúðgom á nátt,
øll ilska og sorg kann temjast,
har teir báðir koma um gott.

Um eg ei tá brátt verði stinnur
og ungur í kropp og sin;
so leitið um geilar og finnið
eitt dúnmjúkt og hjartagott skinn.
Um ei tá hin signaða kitlan
meg grøðir í somu stund,
so koyr í ein posa og blakið
burt beistið sum gamlan hund.

FavoriteLoadingGoym tekstin