Um eg vítt um verøld fór

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson
Lag 1: Jóannes Patursson
Lag 2: Hans Viðstein

1. Um eg vítt um verøld fór,
norð og suður, um eg svór
aldri heim at leingjast,
alt mítt insta hugafar
vildi tá í barmi mær
fyri spølum spreingjast.

2. Um eg vildi hugsa tað,
heima einki ber í lag,
her er alt so lítið,
alt so vesalt, vánaligt,
illa lønast slag og slekt
fyri strev og slitið,

3. fekk eg tó ei hjartaró,
nakað annað í mær bjó,
sum ei kundi kódna.
Um eg breiddi lak um tað,
reyk tað tó við mær avstað,
har sum sjógvar ódna.

4. Ei eg kendi hjartafrið
mær í brósti ella lið,
fyrr enn heim eg vendi.
Her kann vera bjart og balt,
fyri mær er heimið alt,
har eg fegnast lendið!

FavoriteLoadingGoym tekstin