Um ei heimurin tær beyð

Charles Albert TindleyBill Justinussen
Orð og lag: Charles A. Tindley
Týtt: Bill Justinussen

1. Um ei heimurin tær beyð
silvur, gull og miklan eyð,
og tað sindrið, tær varð unt, ov lítið var;
hoyr, hvat orð Guds bjóða kann
– hvønn ein smáfugl mettar hann,
tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

Niðurlag:
Legg tær har, legg tær har,
tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.
Um tú trýrt og ivast ei,
førir hann teg trygga leið.
Tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

2. Um enn sjúka níva man,
ei tú heilsu finna kann,
um í ráðaloysi hjartað ótrygt slær,
pínu tína kennir hann,
sum tær frelsu, grøðing vann.
Tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

3. Herja fíggindarnir á,
fyllir ivin sinnið tá,
aldri gloym, at Gud tær gevur bønarsvar.
Hann úr trongdum væl veit veg,
sterka hond hans leiðir teg.
Tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

4. Ungdómsdagar svinna brátt,
og skjótt nærkast lívsins nátt,
boygdur ert tú av teim byrðum, ið tú bar.
Men hann sleppir ikki tær,
heilt til endans er hann nær.
Tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

FavoriteLoadingGoym tekstin