Um enn sorgir og órógv meg tyngja

Orð: Liv Olsson
Lag: M.C. Restorff
Týtt úr norskum: Svenning av Lofti

1. Um enn sorgir og órógv meg tyngja,
og eg kærleika Guds ei kann sjá,
ferðist fram eg í trúgv og kann syngja:
Har heima eg hvílu skal fá.

Niðurlag: Enn skínur Guds sól handan támið,
og har frammi, ja, har verður klárt,
enn bleiktra Guds stjørnur á hválvi,
:,: okkum veittra til heimlandið várt. :,:

2. Ber mín leið gjøgnum ljós ella myrkur,
um lægd ella fjallanna rygg,
og um tað er regn ella turkur,
er leiðin til heimlandið trygg.

3. Og krossurin stendur og peikar
á tann veg, sum til heimlandið ber,
heimlandstónin í hjartanum leikar:
Gleð teg, sál mín, skjótt heima tú er.

FavoriteLoadingGoym tekstin