Um Guds Lamb er vár lovsongur her

Týtt: Victor Danielsen

1. Um Guds Lamb er vár lovsongur her,
sum varð givin í syndara stað;
tað er eina hans deyði, sum ger,
at vit eiga frið nú í dag.

2. Hann til syndoffur ætlaður varð,
og í stríðinum eina hann stóð,
hann á krossinum straffina bar,
vár skuld rindað varð við hans blóð.

3. Nú er friðarpakt okkum tilsøgd
og við Jesusi sáttargerð gjørd,
øll vár synd er á Gudslambið løgd,
við alla hon burtur er førd.

4. Aldri meiri Gud tilrokna vil
ta synd, sum er rindað við blóð;
allar ævir hitt offur slær til,
bert eitt sinn í dómi hann stóð.

5. Høgur, tilbiðin, Harri, ert tú!
Vit títt navn vilja æra í dag;
vit við lovsongi minnast teg nú,
sum doyði í okkara stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin