Um Harrin teg kallaði nú í dag

Orð: Ida Lilliard Reed
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Jákup Olsen

1. Um Harrin teg kallaði nú í dag,
áh, vinur, at møta sær,
um eyga títt nú hevði endan sæð,
hvat dámdi tað møti tær?

Niðurlag: Áh, hvør er tín framtíð,
um Harrin teg kallar í dag?
Sig, ert tú til reiðar,
ja, vinur mín, sig, ert tú tað?

2. Um Harrin teg kallaði nú í dag,
hvat hevði tú svarað tá?
Sig, kundi tú glaður hans ásjón sæð,
um nú tú fórt foldum frá?

3. Um Jesus kom aftur og tók við skund
tey frelstu har heim í frið,
sig, komst tú við teimum tá har á fund,
og vart tú tá tikin við?

4. Ver ansin, ver ansin, til reiðar ver,
tí lívið fer skjótt sín veg!
Og um tú ei frelsuni fagnar her,
skal dómurin finna teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin