Um heljar herlið upp steig alt

Orð: Jóan Chr. Poulsen

1. Um heljar herlið upp steig alt,
um tílíkt lið var aldri talt,
ei sæð í makt og valdi,
og hótti mær á tungu leið,
hvar tárið rann, og barmur sveið,
og mangar vónir kvaldi.

2. Um gøtan gjørdist hál og mjá,
um niða yvir øllum lá,
og hjartað skalv í ótta,
Guðs náðigerð, hon vikast ei,
hon stendur við á hvørji leið,
um ei eg hómi glotta.

3. Um hvør ein kensla gerst mær vánd,
og burtur sýnist álits hond,
og ridlar alt á foldum,
Guðs náðigerð ei svitast kann,
so veingjalætt seg hevja man
hvør tváað sál av foldum.

4. Hav fría vón, o troytta sál,
tín løn er stór, til hægri mál
hevj eygu upp at skoða;
ei hvirluódn, ei torubrak,
men hóvligt dun, tá stund gerst mak,
Guðs mildu rødd man boða.

FavoriteLoadingGoym tekstin