Um hitt stóra hav vit sigla

Orð: C.R. Dunbar
Lag: William B. Bradbury
Týtt: Victor Danielsen

1. Um hitt stóra hav vit sigla,
skjótt mót heiminum tað ber;
ljósini langt burtur hómast,
brátt at enda er vár ferð.

Niðurlag:
Lat so storm og bylgjur brúsa!
Skjótt vit eru trygt í havn;
:,: Jesus skipinum vil stýra –
halt so fram í Harrans navn! :,:

2. Túsund, túsund fóru yvir
til tær gyltu strendur har;
men hvør mong, ið hagar søktu,
ein og hvør vælkomin var.

3. Seglið upp og glaðir framá!
Stýrið fram til landið ljóst!
Jesus móti okkum tekur,
skjótt vit hvíla við hans bróst.

4. Tá ið vit so akker kasta –
sigld hin vandamikla ferð –
syngja vit har sigurssongin,
syndin, sorgin gloymd har er.

FavoriteLoadingGoym tekstin