Um holdið liggur lágt

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2004.

Um holdið liggur lágt
og læst í fjøtur,
seg Andin hevjar hátt
á himnagøtur.
Hann fylgir Gudi
upp á tindin bjarta,
har frítt er nær og fjar,
Guds undurdjúp har sær
hitt reina hjartað.

Her niðri er so lágt
og ljósið fjarri,
í trúarhædd er hátt
og himin nærri.
Har er so hátt,
tí hvørvur alt hitt smáa,
hitt lága firrast har,
seg flytur aftur nær
hitt halga, háa.

Her út um djúpan dal
er myrkrið svarta,
og har um ljósan sal
sær sólin bjarta.
Har er so bjart,
og náttin degnar,
og út um kirkjugarð
ígjøgnum tíð, ið var,
tá eygað eygnar.

O, her er strev og stríð
ein stríður streymur,
men har er tøgn so blíð
sum søtur dreymur.
Har er so stilt,
at tíðin fjarar niður,
Guds hjarta hoyrist slá,
í hjarta mínum tá
býr fragd og friður.

Har tignartindi á
eg tjald vil gera,
har góðum Gudi hjá
er gott at vera
og umbroytast
í føgrum búna klæddum,
og bera ævigt skart
og andlit sólarbjart
á halgum hæddum.

Eg fagurt skýggj skal sjá
á deyðadegi,
og reyst eg hoyri tá:
”Mín elskuligi”!
Tá skyggir deyðans skýggj
á lívsins blómu,
meg eingin ótti slær,
mær Jesus er tá nær
í ljósins ljóma.

FavoriteLoadingGoym tekstin