Um eg ikki átti Jesus, á, hvør meining var tað tá

Orð: Odd Bergum
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Um eg ikki átti Jesus, á, hvør meining var tað tá
bert at liva nøkur ár – so einki meir?
Um eg ikki átti Jesus, til hvat nyttu var tað tá,
at eg átti heimsins fragd og ognir fleir?

Niðurlag: Nei, tá Hann til viks er settur, tá er vinningur bert tap
og øll heimsins gleði botnleys innantóm!
Men er Jesus mær við síðu, tá er alt ein onnur søk,
tí tá er mín sál so rík og uttan dóm!

2. Um eg ikki átti Jesus, hvør var tá mín trygga borg,
tá í vanda og í neyð eg staddur var?
Um eg ikki átti Jesus mitt í mótgongd, neyð og sorg,
einki ljós í myrkri lýsti fyri mær!

3. Um eg ikki átti Jesus, tá ið viðgongd lívið bar,
og tá eydnan blíð í fylgi við mær er;
um eg ikki átti Jesus, Hann hvørs styrki fyllir meg,
skjótt eg villur fór í hesi óndu verð!

4. Ja, tí vil eg eiga Jesus gjøgnum alt, mær møtir her,
Hann við mildi sínum hjartað metta skal.
Hann til Himmalin meg leiðir, har hvar einglar bíða mær,
alt er vunnið, halleluja, alt er væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin