Um Ísraels heiðar, við Genesarets strond

Orð og lag: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Yrktur í 1988.

1. Um Ísraels heiðar, við Genesarets strond
Hann gekk um og frelsti og loysti øll bond,
Yahshua, Guðs Sonur, hin Veldigi Guð,
frá ævinnar døgum víst gongur Hann út.

Niðurlag: Undrunnar Guð hevur vitjað Sítt Fólk,
gevur teim Kána’ans hunang og mjólk!
Spitølsk verða reinsað og sjúk verða grødd,
syndarum balsam er Hansara rødd.

2. Um Hann patriarkar, profetarnir við
bera tey boð: Gjøgnum Hann fært tú frið!
Jóhannes hann boðar í Honum ta mynd:
Sí, har hitt Guðs Lambið, sum ber heimsins synd!

3. Hann fólkinum boðar Guðs lívssæla Orð,
á avsvidnum leiðum Hann borðreiður borð;
av samkenslu yvir tey hjarta Hans slær,
tí tey uttan hirða eitt fylgi tað var.

4. Teir berandi koma eitt sjúkt neyðardýr,
men trúgvin á undrið í hjartanum býr;
teir síga hann niður har sum Jesus var,
og Jesus hann grøðir so fólkið alt sær!

5. Um alt her umkring teg vil fara í sor,
halt teg til Harrans profetiska Orð;
har verður borðreitt við manna og vín,
ja, enn er í Gilead balsam til tín!

6. Tá tornað er vatnið í Krit, alt er turt,
og vinirnir fækka og halda seg burt,
leita til Sjúnem, í krukkuni her
mjølið og oljan enn uppi ei er!

FavoriteLoadingGoym tekstin