Um Jesu deyða syng, veit tøkk

Orð: Isaac Watts
Lag: Niels Wilhelm Gade
Týtt úr donskum: Ismar Joensen

1. Um Jesu deyða syng, veit tøkk.
Hann fell, men vann tó stórt,
tí helheimur í ønskran hvøkk
av rópi hans: Fullgjørt!

2. Tann krossur, sum hans blóð fleyt á,
sum ei við svik seg fann,
er trappa upp til trónuna,
sum aldri vikast kann.

3. Syng hátt, Guds fólk, alt er fullgjørt,
vár Frelsari víst vann!
Alt vald er í hans hendur ført,
hvørs blóð á krossi rann.

4. Navn Jesu ræðir fíggindan,
hans svørð tey lið fær týnt,
men síni kæru veittrar hann
hvørt eitt at fáa krýnt.

FavoriteLoadingGoym tekstin