Um Jesus og Hans náði eg glaður syngja kann

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Um Jesus og Hans náði eg glaður syngja kann,
Hann fylti meg við gleði og ævigt lív mær vann;
:,:og øll tann synd, meg nívdi, Hann sjálvur tók á Seg,
meg reinsaði við blóði, við Anda fylti meg!:,:

2. Í Jesu sárum synd mín og sjúka eru huld
í Honum nú mín andi seg frøir undurfult!
:,:Mín sál í frelsugleði nú syngur frelst og glað,
í andanum eg síggi hin gylta Himnastað!:,:

3. Nú loyst og frígjørd tunga mín prísar, Jesus, Tær;
av øllum her í heimi Tú kærast gjørdist mær!
:,:Í sorgum, sum í gleði, eg eigi Jesu frið;
eg aldri meir skal óttast, tí Frelsarin er við!:,:

4. Kann vera, stríðist tú enn við lógarinnar boð?
Tær hóvar kanska ikki, eg syngi, spæli so?
:,:Lat Jesus teg frígera, so verður sál tín glað,
og tú kanst taka undir við hesum lovsangslag!:,:

5. Gev hjartað fult til Jesus, gloym lógarinnar krøv,
og fylg so Hansar boðum og stíg í dópsins grøv!
:,:Bið Guð um Andans fyllu við tungunum sum tekn,
tá fellur á títt hjarta eitt himmalskt síðlaregn!:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin