Um kærleikan, meg søkti

Orð og lag: Lelia N. Morris
Týtt: Victor Danielsen

1. Um kærleikan, meg søkti,
sum deyður var í synd,
um náðina, sum vann meg,
læt upp tey eygu blind,
um miskunn, høga, djúpa,
sum havið breitt og vítt,
sum Himmalin ómáldan –
skal syngja hjarta mítt.

Niðurlag:
Søtari hvørt ár, sum fer,
søtari hvørt ár, sum fer;
rík er Jesu náði,
meir, enn sagt eg fái –
søtari hvørt ár, sum fer.

2. Eitt sinn hann gekk her niðri,
og fólkið trongdist tá
í síni neyð umkring hann
frá honum hjálp at fá;
hann grøddi hjartabrotin,
tey falnu reisti hann;
og eg – prís veri honum! –
ta somu náði fann.

3. Áh, undurfulla náði,
sum toldi fyri meg
ta sváru krossins angist,
ta kvøl á deyðans veg!
Við heiløgum í Himli
um hann mín songur er;
kom, alt, sum livir, andar,
kom prís hans navni ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin