Um leið tín liggur í myrkri

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Mylon R. Lefevre

1. Um leið tín liggur í myrkri,
ei vón, ei ljós fyri stavn.
Um brot og vandar teg hótta,
fjart frá landi og næstu havn.

Niðurlag: Jesus, ja, Jesus,
har tú ert, hann teg sær,
fegin hjálpir hann tær.
Áh, Jesus, ja, Jesus,
bert við honum tú bjargaður ert.

2. Tær sjálvum bjarging at vinna
so mangan roynt hevur tú,
tó vitin bjartur enn lýsir,
set tú kós eftir honum nú.

Niðurlag: Jesus, ja, Jesus,
ljós í myrkri hann er,
og av øllum hann ber.
Áh, Jesus, ja, Jesus,
bert við honum tú bjargaður ert.

FavoriteLoadingGoym tekstin