Um lívið tað nýggja so mangan

Orð og lag: Hans-Inge Fagervik
Týtt: Arnfinnur Setberg

1. Um lívið tað nýggja so mangan
tað sigist, at songur mín er,
um gleði, um frið og um signing,
um Hann, sum bert alt gott mær ber.
Um sorgir meg enn kunnu níva,
og tað meir enn so henda kann,
men um enn á nátt og í myrkri,
tá gleða ein songur meg man:

Niðurlag: Tað líður mót sumri,
mót ljósari tíð,
alt verður betri
og vakrari hví?
Um ljósið, tað ræður,
alt myrkt svinnur brátt,
vit nærkast tí sumri,
tá alt verður gott.

2. Tann vónin, eg eigi, meg styrkir,
um trupult enn alt tykist – hví?
– eg veit eitt – at tá tað er myrkast,
ber aftur mót ljósari tíð,
um náttin enn long er, so havi
eg fingið eitt lyfti um tað
– Jesus er ljósið –
og ljósið skal sigra ein dag.

Niðurlag: Tað líður mót sumri,
mót ljósari tíð,
alt verður betri
og vakrari hví?
Um ljósið tað ræður,
alt myrkt svinnur brátt,
vit nærkast tí sumri,
tá alt verður gott.

3. Tað líður mót sumri,
mót ljósari tíð,
alt verður betri
og vakrari hví?
Um Jesus, Hann ræður,
alt myrkt svinnur brátt,
vit nærkast tí sumri,
tá alt verður gott.

FavoriteLoadingGoym tekstin