Um millum gyltar borgir

John Howard PayneHenry R. Bishop
Orð: John Howard Payne
Lag: Henry R. Bishop
Týtt úr enskum: Absalon Joensen
Upprunaheiti: Home! Sweet Home!

1. Um millum gyltar borgir
vit fegnast hvønn dag,
lat heimið vera skirvið, tó einki er sum tað.
Har andin frá himli ger lyndið sær líkt,
far runt um lond og leiðir, tú finnur ei slíkt.

Heim, heim, kæra heim!
Nei einki er sum tú,
sum tú, mítt kæra heim.

2. Og ert tú ei heima, hvat hugnar so tær?
– Nei, best er hin hálmtakta smáttan hjá mær.
Teir fuglar, har syngja, teir kenni eg best;
og hugsan teir vekja, ið hugnar mær mest.

FavoriteLoadingGoym tekstin