Um mín Frelsara eg syngi

Orð: Philip P. Bliss
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Um mín Frelsara eg syngi,
hvussu hann meg elskaði,
toldi krossins harða deyða,
legði har mítt bann á seg.

Niðurlag:
Eg vil syngja bert um Jesus,
syngja um mín Frelsara;
hann á krossinum meg loysti
og har greiddi skuldina.

2. Eg vil syngja um hitt undur,
at, tá eg fortaptur var,
hann í botnleysari náði
tók mítt stað og krossin bar.

3. Eg vil syngja um mín Harra,
um hans æru og hans makt,
hvussu synd og grøv og deyði
undir føtur hans er lagt.

4. Ja, um Jesus vil eg syngja
og hans stóra kærleika,
til við frelstum eg har uppi
syngja skal halleluja!

FavoriteLoadingGoym tekstin