Um mítt eyga ei sær Jesus

Orð: Thomas Obadiah Chisholm
Lag: Charlotte Noll Goessele
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: My trusting heart rejoices

1. Um mítt eyga ei sær Jesus,
eg í trúgv hann síggja skal,
um mítt oyra ei hann hoyrir,
sál mín rødd hans hoyrir væl.

Niðurlag: Nú mítt trúarhjarta gleðist,
henda vissa er mær kær,
hvar so leiðin enn hon ber meg,
Jesus elskar, er mær nær.
Nú mítt trúarhjarta gleðist,
henda vissa er mær kær,
Jesus elskar, frelsir, varðar, er mær nær.

2. Eg skal aldri verða eina,
um so vinir svíkja meg,
Jesus er mín besti vinur,
og hans kærleik eigi eg.

3. Áh, hvør trygt og gott at vita,
Jesus fylgist við mær her,
inntil lýsa skal av degi,
og hvørt skýggið horvið er.

4. Hann er við mær, altíð við mær;
Jesus er mín trygga grund,
aldri, aldri fer hann frá mær,
hann er mín til síðstu stund.

FavoriteLoadingGoym tekstin