Um morgunin Maria Magdalena

Orð og lag: Åge Samuelsen
Týtt: Gunnvør Justinussen
Upprunaheiti: Ved dagens gry Maria Magdalena

1. Um morgunin Maria Magdalena
syrgin gekk
til grøvina at finna Harran har.
Men hon í eysturroðanum
so greitt at síggja fekk,
hann uppreisnin og lívið sjálvur var.

Niðurlag: Áh, sig mær, hví tú grætur,
tá ið Jesus sigur vann,
og endurloysing fulla veitti hann.
Kom, skunda tær til Frelsaran,
sum skilir teg so væl.
Hann livir, hann, sum øllum valda skal.

2. Og Pætur, hann, sum noktað hevði
Jesu vinalag,
ein heilsan kom til hansara so blíð.
Í myrkri skein eitt ljós so bjart,
hann sanna kundi tað,
at náðin er óendaliga víð.

3. Tveir lærisveinar vóru móti Emmaus á veg.
Teir gingu har og tosaðu um hann.
Men Jesus læt upp eygu teirra,
læt teir kenna seg.
Hann breyðið breyt, og sorgin burtur svann.

4. Jóhannes græt á Patmos,
tí at eingin hevði mátt
at lata upp ta bók, ið skrivað var.
Tá sá hann Offurlambið, tað,
sum nú var hevjað hátt,
sá Leyvuna, sum sigurskransin bar.

FavoriteLoadingGoym tekstin