Um náði, o, Guð mín, eg heiti á teg

Orð: Jakob Hansen

1. Um náði, o, Guð mín, eg heiti á teg,
nú lívið út líðandi fjarar;
mín ævigi bústaður, vóni tí eg,
er innanvert við tínar garðar.

2. Tær løtur so mangar eg havi her strítt,
og mangan tær beiskar mær vóru,
tó ongantíð misti eg stavnhaldið mítt,
tí Harrin var sjálvur við róðrið.

3. Og tá ið eg kenni mín arbeiðisdag
av álvara taka at skýma,
tú, Guð mín, ið best kennir tíðir og stað,
ver hjá mær mín seinasta tíma.

FavoriteLoadingGoym tekstin