Um náðina, sum fann meg, eg syngi songin mín

Orð: Levi Joensen
Lag: Torkil Mørkøre

1. Um náðina, sum fann meg, eg syngi songin mín,
um hann, sum kom her niður, dró syndarar til sín.
Hann kom úr dýrd í Himli til krossins harða deyð
og sá her heimsins hjørtu í størstu syndaneyð.

Niðurlag: :,: Ja, náðin fann meg, hon dró meg inn til sín. :,:

2. Tá loysnaði mín tunga; hon sang eitt gleðilag,
og stóra syndabyrðin sum døggin svann avstað.
Eg sá á krossi mannin, sum kærleiksmerki ber,
sá blóðið úr hans síðu – Guds Lamb í deyðan fer.

3. Tú lívsins Harri livir, sum ein dag doyði her.
Nú krúnuna í ævir títt særda høvur ber.
Eitt gullbelti um bróstið nú prýðir Kongin har,
sum ein dag hekk á krossi, av øllum svikin varð.

FavoriteLoadingGoym tekstin