Um nakar nú meg spyrja vil

Týtt: Victor Danielsen

1. Um nakar nú meg spyrja vil
um mína grund til frið,
um einki annað hoyrir til,
sum ein má hava við,
enn Jesu blóð og eina tað,
sum fleyt á Golgata hin dag,
tá svari eg: Mín grund er góð,
mín grund er Jesu blóð.

2. Tað er hin fasta hellugrund,
sum trygt eg byggi á,
við tí eg skal til síðstu stund,
ja, allar ævir stá;
og tá ið Jesus heim meg ber,
hans blóð tá enn mín songur er,
tí Lambsins blóð er lykilin
til sjálvan Himmalin.

3. Hav takk, tú mildi Frelsari,
takk fyri hesa flóð,
sum reinsar meg frá syndini:
Títt egna, dýra blóð!
Takk fyri tíni sløg og sár,
takk fyri tíni róp og tár,
takk, takk, at eg skal síggja teg,
mín Gud og Frelsari!

FavoriteLoadingGoym tekstin