Um nú Jesus kom í dag

Orð: Harriet E. Rice Jones
Lag: J. Howard Entwisle
Týtt: Victor Danielsen

1. Um nú Jesus kom í dag,
og basúnin hoyrdist nú,
fann hann teg tá millum síni,
stendur í hans flokki tú?
Ert tú reinur við hans blóð,
kanst tú glaður svara ja?
Skalt tú frelstur skoða hann,
um nú Jesus kom í dag?

Niðurlag:
Væntar tú Guds Son til frelsu,
eru samdir hann og tú?
Ert tú reinur og til reiðar,
um at Jesus kom júst nú?

2. Um nú Jesus kom í dag
eftir síni brúður her,
eru vit tá øll til reiðar,
búgvin til ta skjótu ferð?
Vinur, ert tú frelstur, sig?
Kanst tú ikki siga tað?
Áh, tann vanlukka hjá tær,
um nú Jesus kom í dag!

3. Skjótt skal Harrin koma nú,
tíðin vísir tað so klárt,
orðið, Andin, alt tað vitnar,
hetta styrkir hopið várt.
Men tú sál, sum ófrelst er,
tú kanst ikki vera glað!
Søk tí frelsu, ger tað nú!
Jesus koma kann í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin