Um onkra sál eg havi sært í dag

Orð: C. Maude Battersby
Lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: An evening prayer

1. Um onkra sál eg havi sært í dag,
um onkur fótur viltist burt úr stað,
av tí mín eginvilja eg tilbað,
kæri Gud, fyrigev.

2. Um hørð og óblíð orð eg havi sagt,
og tey, sum trongdu, einki lag í lagt,
tá til at hjálpa stóð í míni makt,
kæri Gud, fyrigev.

3. Um hjarta mítt var treiskt og hart og kalt,
og eg ei trúgvur var, tá mest um galt,
og eg ei veitti tær mín veg, mítt alt,
kæri Gud, fyrigev.

4. Ta synd, eg játti, fyrigev tú mær,
og eisini ta synd, sum tú bert sær,
og hjálp mær, leið meg, altíð ver mær nær,
kæri Gud, fyrigev.

FavoriteLoadingGoym tekstin