Um stormur og myrkur er sál tíni í

Orð og lag: Jonas Stadling
Týtt: Victor Danielsen

1. Um stormur og myrkur er sál tíni í,
Um Satan og heimurin herja til stríð,
Um vantrúgv og ivi ger hjarta títt sárt,
Og pínir á nátt sum á degi teg svárt –
Lít, lít tá á Gud!

2. Um fíggindin stakk teg, og vinurin sveik,
Tær vónbrotnum slepti til einsligan leik,
Teg dømdi í falli, men grøddi teg ei,
Tá særdur úr slagnum tú sløðrandi steig –
Lít, lít tá á Gud!

3. Um mjølið og oljan er uppi hjá tær,
Um neyð bert og deyða tú stúrandi sær,
Um eingin Elias til einkjuna fer,
Har einslig og ósædd hon sorgina ber –
Lít, lít tá á Gud!

4. Var eydnan tær blíð, fekst tú rennandi streym,
Gloym ikki at rokna tað bert sum ein dreym!
Ja, lyfti tær heiður á tíðindavág,
Og legði í kjalarvatn øvundin tá –
Lít, lít tá á Gud!

5. Og følnaðu kransarnir, blómurnar við,
Er høvur títt gránað, og tyngjast tær stig,
Um náddur at ævinnar portri tú er,
Har øll ganga inn, men har út eingin fer –
Lít, lít tá á Gud!

FavoriteLoadingGoym tekstin