Um synd og skomm teg hava sprongt

Anders HovdenJóannes Patursson
Orð: Anders Hovden
Týtt: Jóannes Patursson

1. Um synd og skomm teg hava sprongt,
um alt her fyri tær er stongt,
og háð og spott tú líður,
ein føvning tó tú altíð sær,
sum bregður sær ímóti tær
og sálarhvíld tær býður.

2. Tey Harrin elskar alramest,
sum kenna seg at vera verst
og sárt í hjarta bløða.
Hann leiðir tey til borðið sítt,
sum móðir uggar barnið blítt,
øll sár tey vil hann grøða.

3. Og um vit sóu flokkin tann,
sum vegin inn til Jesus fann,
og fingu sorgarlinna,
og grátin vendan um til gleim,
og ivin um at koma heim
ei longur er at finna.

4. Eg beri mína neyð fyri tær,
loys synd og sorg og skomm av mær,
frels meg av sálarváða!
Tá svarar aftur røddin stór
sum túsund klokkur høgt í kór:
«Nú hevur Guð teg náðað.»

FavoriteLoadingGoym tekstin