Um tíggju troyttar moyggjar fortelur Bíbil mín

Orð: Bjørg Lohne
Lag: Rómarbrævið 8
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Um tíggju troyttar moyggjar fortelur Bíbil mín
sum durvaðu, tá róp kom í: “Eg komi, brúður Mín!”
Tá vaknaðu tær allar, tí allar vildu við,
men fimm tó stóðu eftir og fimm tær sluppu við!

2. Bert fimm jú vóru hygnar, so sigur Skriftin mær,
á lampum og á kannum nóg mikið olja var;
við fyltum lampum, kannum tær hygnu vanda sær,
til mikla Brúdleyp Lambsins til reiðar stóðu tær.

3. Víst hinar høvdu olju, men har var lítið til,
eitt sløð á lampum sínum, sum strekti bert eitt bil;
tær bóðu so tær hygnu at olju læna sær,
men tær bert høvdu nokk til sín, at keypa máttu tær!

4. Men tá tær komu aftur tær hygnu vóru burt,
tí Brúðgómurin komin var, – tað kom at kosta dýrt!
Til Brúdleypshúsið fóru tær og bankaðu uppá,
men Brúðgómurin kendist ikki meira við tær tá!

5. Nú Dagurin skjótt nærkast, tá hetta henda skal,
at Brúðgómurin kemur og brádligt heinta skal
ta Brúður, sum Hann keypti við sínum dýra blóð,
ert tú, á, sál, til reiðar og søkt í dópsins flóð?

6. Á, vakna, kæra sál, so tín lampa lýsa má,
tú hevur væl nóg mikið av Andans olju á?
Um ikki, mást tú skunda tær, tí Dagurin er nær,
so Andans klára olja kann lýsa fyri tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin