Um tín synd enn er reyð sum skarlak

Orð og lag: Frank M. Davis
Týtt: Victor Danielsen

1. Um tín synd enn er reyð sum skarlak,
sum sandur óteljandi er,
gjøgnum Krist og hans ævigu náði
teg reinan og frían Gud ger.

Niðurlag:
Um blóðreyð hon er,
um blóðreyð hon er,
gjøgnum Krist og hans ævigu náði
teg reinan og frían Gud ger.

2. Hoyr ta rødd, sum í kærleika kallar
teg inn um tær upplatnu dyr,
vinur, vend tær ei burt frá tí náði,
sum nú eftir sál tíni spyr!

3. Jesus stendur við dyrnar og bankar,
hann bankaði fyrr enn í dag;
áh, lat upp! Hann skal bera tær frelsu,
og frí verður sál tín og glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin