Um tú á lívsins leið

Orð: Martha S. Clingan
Lag: Robert Harkness
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Um tú á lívsins leið
vónbrotin er,
herjar enn stormur á,
Jesus teg ber.
Brátt leggjast bylgjurnar,
havið so vilt,
tá ið bert Frelsarin
sigur: Ver stilt!

Niðurlag:
Áh, tað var undurfult
himmalskan frið at fá,
einki meg saka kann,
prís fái eina hann.
Fyllir meg stilli, logn,
náðin nú er mín ogn,
frið allar ævirnar,
himmalskan frið.

2. Umsorgan hevur hann,
byrðina ber,
leiðir meg dag um dag,
hvíld hetta er.
Myrkir enn nátt so svørt,
frið eigi eg,
áh, hvør ein skattur er
hann fyri meg.

3. Jesus, hann eina kann
veita mær frið,
stríðið bert enda fær,
um hann er við.
Vónin um Himmalin
grundføst er mær,
tá ferðin endað er,
ber Gud meg har.

FavoriteLoadingGoym tekstin