Um tú av syndini byrðaður er

Orð og lag: Lelia Naylor Morris
Týtt úr svenskum: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Let Jesus come into your heart / Om du är trött på den synd, som dig tär

1. Um tú av syndini byrðaður er,
lat Jesus í hjarta títt inn,
ynskir tú byrja nýtt lív nú og her,
lat Jesus í hjarta títt inn.

Niðurlag: Kom nú, hann frelsu tær vann,
kom nú og vraka ei hann.
Kom nú, hann reinsa teg kann,
lat Jesus í hjarta títt inn.

2. Vilt tú, at halgað títt lív verða skal,
lat Jesus í hjarta títt inn,
blóðkeldan dýra teg reinsar fullvæl,
lat Jesus í hjarta títt inn.

3. Er tað ein ódn, sum tú stilla ei kann,
lat Jesus í hjarta títt inn,
um ongan frið tú í heiminum fann,
lat Jesus í hjarta títt inn.

4. Ynskir tú syngja hin himmalska song,
lat Jesus í hjarta títt inn,
honum tú prísa sum Harra og Kong,
lat Jesus í hjarta títt inn.

FavoriteLoadingGoym tekstin