Um tú av syndini byrðaður ert

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Lelia N. Morris (Mrs. C.H. Morris)

1. Um tú av syndini byrðaður ert,
tín Frelsari hjálpa tær kann.
Heldur tú, lív títt er als einki vert,
legg sorgir og stúran á hann!

Niðurlag: Nýtt lív hann geva skal tær,
nýtt lív í ævir hjá sær,
nýtt lív – hvat fær hann til svar?
Tín Frelsari hjálpa tær kann!

2. Um tínir vinir enn svíkja teg her,
tín Frelsari hjálpa tær kann,
vinurin besti, av øllum hann ber,
legg sorgir og stúran á hann!

3. Óttast tú fyri, hvat framtíðin ber,
tín Frelsari hjálpa tær kann,
undan Guds dómi nú bjargaður ver,
legg sorgir og stúran á hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin