Um tú bert trýrt finnur hjarta títt frið

Orð: Sam Gullberg
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Um tú bert trýrt finnur hjarta títt frið,
hvílu við Frelsarans favn.
Sæl hvílir sál tín í lyftum Guðs við,
trygg við Hans frelsandi Navn.

Niðurlag: :,:Um tú bert trýrt, um tú bert trýrt,
skal títt troytta hjarta finna frið.:,:

2. Trúgv, tá ið myrkrið vil køva títt sinn,
ivin ger lívið títt svart.
Frelsarans hjarta tó slær fyri teg,
trúgv tí og alt verður bjart.

3. Trúgv, sjálvt um byrðarnar tyngja teg her,
meðan á veg tú ert heim.
Hann bæði teg her og byrðarnar ber,
trúgv tí og alt verður gleim!

4. Ein dag hvør skuggi, alt myrkur er burt,
hvíl nú í hesum í trúgv;
Brúðurin skjótt verður heintað við skund,
sæla og himmalska búgv.

FavoriteLoadingGoym tekstin