Um tú hevur tað sum eg

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Jákup Zachariassen

Um tú hevur tað sum eg,
Og hvar eru vit á veg?
Er tað nøkur meining í,
ongin sekur er í tí?
Er tað nakað oyðilagt,
er tað tað, tú ei fekst sagt
í hesi køldu verð?
Nakað nívir, okkurt er!
Regnið oysir niður her!

Tú…. er tað so eitt undur er,
at tað vakra enn er til?
Tú kanst leita víða hvar,
enn eg bíði eftir tær!
Um tú bara heima var!

Um tú hevur tað sum eg,
veitst tú, hví eg fór mín veg!
Enn ein longsul er í mær,
tað, sum einaferð jú var,
og tann áhugi tú gav,
sig mær, hvar bleiv alt av,
frá tí góðu tíð?

Tú…. er tað so eitt undur er,
at tað vakra enn er til?
Tú kanst leita víða hvar,
enn eg bíði eftir tær!
Um tú bara heima var!

FavoriteLoadingGoym tekstin